Eldraráðið fyri Roðan hevur kunnandi fund á Strondum

Eldraráðið fyri Roðan hevur fund í bygdahúsinum á Strondum hóskvøldið 26. september 2024 kl. 19:00. Fundurin er fyri borgarar í Sjóvar kommunu sum eru 60 ár og eldri

Umboð fyri Roðan fer at greiða frá týdninginum av venjing fyri eldri. Eisini fara umboð fyri Dagtilhaldið á Glyvrum at greiða frá teirra arbeiði við yngri, sum eru rakt av demens.

 

Umboð fyri vitjanartænastuna hjá Reyða Krossi luttaka eisini á fundinum, og fyritøkan Rosah gevur ráðgeving um ymisk hjálparamboð.

 

Aftaná fundin verður kaffi og hugnaligt prát.