Eldraráð skal veljast fyri Norðoyggjar. Tað skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari.
Valið verður 08. november og valskeiðið fyri eldráðið er trý ár. Fyri at stilla upp til valið skal tú verður fyltur 60 sjálvan valdagin ella áðrenn. Ein kann melda seg sum valevni hjá kommununi og seinasta freist at stilla upp er 10. okt.
Eldráðið í Norðoyggjum hevur til endamáls at menna og útbyggja samstarvið millum eldri borgarar og Norðoya Bú- og Heimatænastu.
 Eldraráðið verður samansett eftir sama leisti, sum stýrið fyri NBH. Tí skulu veljast hesir limir:
 Klaksvíkar kommuna fær 7 limir
 Hvannasunds kommuna fær 1 lim
 Viðareiðis kommuna fær 1 lim
 Kunoyar kommuna fær 1 lim
 Fugloyar kommuna fær 1 lim










