Tá ið freistin at bjóða seg fram til Eldraráðið í Havn var úti mikudagin í farnu viku, høvdu bara 8 fólk bjóðað seg fram
Tað skulu 5 fólk í nevndina og 5 varalimir. Tí verður heitt á fólk um at bjóða seg fram, skrivar kommunan á heimasíðu sínari. Valskeiðið er 4 ár.
Nýggj uppstillingarfreist er 23. septembur, og valið verður fram til hósdagin 22.oktobur.
Valbari og atkvøðurætt hava allir borgarar í kommununi, sum valdagin eru 60 ár og eldri.
Eldraráðið ráðgevur Býráðnum í øllum eldrapolitiskum spurningum og er bindilið millum eldru borgararnar og kommununa.

Eldraráðsvalið útsett

