Og ivaleyst eisini hjá mongum kommunustýrislimum runt um í landinum.
At kalla úr hvørjum heraðshorni ljóða neyðarróp frá einstaklingum, felagsskapum og kommunum um vantandi ellis- og røktarheimspláss.
Men landið vil hava kommunurnar at leggja rygg til hesa bygging, hóast landið nú í sløk tvey ár hevur havt fullu ábyrgdina av eldrarøktini.
Frammanundan vóru landið og kommunurnar felags um hesa uppgávu, men tá kommmunurnar á sumri 2000 yvirtóku fíggjarligu og umsitingarligu ábyrgdina av barnaansingini, yvirtók landið samstundis fíggjarligu og umsitingarligu ábyrgdina av teimum eldru.
Hetta var tó ongantíð ætlað sum annað enn ein fyribilsloysn, tí sjálvandi eiga kommunurnar at hava ábyrgdina av borgarunum - úr vøggu í grøv.
Hesum var semja eisini um millum partarnar undir samráðingunum í 1999 um yvirtøkuna av barnaansingini.
Táverandi landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum setti eisini ein arbeiðsbólk at gera álit og tilmæli um, hvussu hetta kundi verða gjørt, men innanhýsis ósemja í landsstýrinum bar í sær, at málið kom í drag - og framvegis er óloyst.
Sum borgarstjóri varð eg mangan konfronteraður við henda trupulleika, tá avvarandi hjá eldri óhjálpnum fólkum í reinari desperasjón vendu sær til mín við bøn um at fáa tey gomlu inn á ellis- og røktarheim ella eldrasambýli, uttan at eg - so fegin eg enn vildi - fekk rætt teimum somikið sum lítlafingurin.
Støðan er onki batnað síðani, men stendur tvørturímóti við og versnar.
Hetta hevur havt við sær, at kommunurnar sjálvar nú uppá egið initiativ seta bráðneyðug tiltøk í verk.
Hetta eigur at siga øllum somikið, at her ruggar ikki rætt.
Hetta er onki minni enn ein vanærislig skomm fyri landið, og tí mugu og skulu neyðug stig nú takast til tess at fáa hesi viðurskifti í rættlag.
Dygdin í einum samfelagi kann metast eftir, hvussu samfelagið fer við teimum veikastu, verður sagt.
Um so er, so hava vit sanniliga nógv at taka hond í á hesum øki.
Men so ræður eisini um at koma í gongd sum skjótast, soleiðis at vit kunnu tryggja okkara gomlu ein virðiligan aldurdóm.
Soleiðis sum tey sjálvandi bæði eiga rætt til og hava uppiborið.