Eldrarøktin í Fokus

    

Mánakvøldið 17. november kl. 19:00 skipar norðoya sambandsfelag fyri almennum fundi í hølunum hjá Pizzaria Napoli úti í Víkunum.
Støðan hjá eldrarøktini í dag er eitt mál, sum er sera nógv frammi. Í løtuni arbeiða landi og kommunur saman um at leggja økið út til kommunurnar at umsita, men hvussu er støðan í dag tá vit tosað um eldrarøkt og hvat verður gjørt fyri at fáa eina so góða eldrarøkt sum gjørligt? ? Hvussu er støðan hjá heilsuverkinum? ? Alt hetta eru spurningar, sum hava við okkara vælferð at gera og hetta eru nakrir av spurningunum fokus verður sett á mánakvøldið úti í Víkunum í Klaksvík.


Búskaparfrøðingur
Á fundinum ferð Magni Laksáfoss búskaparfrøðingur at umrøða eina framrokning av talinun av pensjónistum, sum m.a. vísir at eldrarøktin verður stórsta samfelagsliga og búskaparliga avbjóðingin hjá føroyska samfelagnum komandi árini.

Økisleiðarin fyri Norðoyggjar
Elsba Lütsen, økisleiðari fyri heimahjálpina í Norðoyggjum, fer at greiða frá støðuni innan eldrarøktina í Norðoyggjum í dag.

Tey eldru í framtíðini
Lisbeth L. Petersen, formaður í Sambandsflokksins, ferð at tosað um tey eldru í framtíðini.


Heilsuverkið
Alfred Olsen, formaður í trivnaðarnevnd løgtingsins, fer at viðgera støðuna í Heilsuverkinum.

Kjak og vinningar
Høvi verður eisini at kjakast og seta spurningar.
Sum áður sagt so hevur Norðoya Sambandsfelag fingið umsókn um stuðul til nýggjan buss til bústovnin Dáan, og í hesum sambandi verður burturluting á skránni har allur peningurin fer óskerdur til keyp av nýggjum bussi.
Fundurin, sum er almennur, verður sum sagt mánakvøldið 17. november kl. 19:00 í Pizzaria Napoli.
Øll eru hjartaliga vælkomin.