Eldrarøkt í nærumhvørvinum

Pensionistahúsið á Strondum er eitt talandi dømi um, at tey gomlu í kommununi hava víst stríðsvilja tá tað ráddi um at skapa karmar um teirra felagslív.

Tummas Eli Høj Joensen

Valevni til kommunuvalið í Sjóvar sókn



Men tá tað kemur til ansing av óhjálpnum pensionistum (á til dømis ellis- og umlættingarheimum), verða tey gomlu send langan veg av bygdini, fyri har at fáa hjálp.

Sum nútíðarsamfelagið er samansett, er neyðugt at gomul og óhjálpin fáa tilboð um røkt, og best er um henda hjálpin er at finna í nærumhvørvinum.

Tí eigur frá kommunalari síðu at verða miðað ímóti at útvegað verða umlættingarpláss eftir tørvi.