Val til Eldraráðið verður í næstum, og sum vanligt er, hevur ráðið ein veljarafund.
Veljarafundurin verður klokkan 15 í dag í Tilhaldinum í Tórsgøtu.
- Fundurin er bæði fyri at geva fólki høvi at seta spurningar og fáa orðaskifti í lag. Men hetta er eisini ein møguleiki hjá øðrum at koma inn á gólvið í Tilhaldinum. Fundurin er almennur, sigur Mortan Rasmussen, formaður i Eldraráðnum.
Tá ið freistin at silla upp var úti, vóru bara fimm valevni, og tí er freistin longd. Veljast skulu fimm nevndarlimir, tríggir eykalimir og tveir limir aftrat.










