Seint í gjárkvøldið varð liðugt at telja atkvøðurnar til eldraráðsvalið í Tórshavnar Kommunu. Fimm limir skuldu veljast í ráðið og 10 valevni vóru at velja millum. Endaliga úrslitið gjørdist hetta:
Petur Rouch, 361 atkvøður
Bjørghild Djurhuus, 328 atkvøður
Katrin Holm, 286 atkvøður
Julianna Klett, 255 atkvøður
Marin Rasmussen, 254 atkvøður
Hesi fimm eru vald. Hini fimm valevnini fingu hesi úrslit:
Ingigerð á Trøðni, 234 atkvøður
Robert Vilhelmsen, 107 atkvøður
Birgit Hansen, 104 atkvøður
Eyrith G. Leyni, 97 atkvøður
Ingrid Henriksen, 95 atkvøður
Valluttøkan var 2225 í tølum, sum svarar til 45,6 %.











