Eldrapolitikkurin í kommununi

Charlotta á Váli Olsen
Valevnið Miðfloksins í Suðurstreymi
Vit liva longri í dag og tí fáa vit fleiri og fleiri eldri fólk í millum okkara. Hóast eldraøkið ikki er kommunumál enn, so kunnu vit tó gera nógv fyri at lætta um hjá teimum. Tey hava lagt nógva tíð og orku í at byggja okkara samfelag upp og hava lagt nógvar dýrgripir eftir seg, sum vit kunnu njóta gott av.
Sum nú er, vísir tað seg, at tá tú ikki ert ein inntøka fyri kommununa, kanst tú sigla tín egna sjógv og klára teg sjálvan.
Her kundi kommunan gjørt meiri við bústaðar-viðurskiftini hjá teimum gomlu. Fingið fleiri sambýlir til vega. Bygt eldraíbúðir, innrættaðar til eldri fólk uttan at kosta tað hvíta úr eygunum, har atgongd var til felagshølir av ymiskum slag, og har eisini heimahjálpir vóru knýttar at eftir tørvi. Eisini kundi kommunan bjóða sær at hjálpt teimum at býta teirra stóra hús um við minni og passandi íbúðir, har tey fingu teir pengarnar, sum lógu ímillum, at ráða yvir. Hetta hevði givið teimum ein lætta og eitt frælsi á teirra lívskvøldið.
Fleiri eldri eru rættiliga væl fyri og sita inni við eini rúgvu av vitan av ymiskum slag. Har kundu vit fingið tey meiri við í samfelagið við at fáa tey til ymisk høvir at vísa okkurt fram ella siga frá ymsikum og so fingið eina samsýning afturfyri. Soleiðis høvdu tey følt seg meir sum hoyrandi við til samfelagið.
Eitt eldraráð átti eisini at verið sett á stovn, sum kundi tikið øll áhugamálini hjá teimum eldru upp, so-leiðis at tey blivu betri hoyrd.
Miðflokkurin vil eisini fara inn og arbeiða fyri hesum máli.
Setið tí X við lista H ella eitt av valevnum tess.