Klokkan 19 í kvøld verður skipað fyri stórum politiskum fundi í Skálanum í Klaksvík, har evnið er eldrapolitikkur.
Valevni úr øllum politisku flokkunum luttaka.
Evnið er ítøkiligur eldrapolitikkur valskeiðið 2011-2015, og kjarnuøkini eru: fólkapensjón, samhaldsfasti, ellis- og røktarheim/eldraíbúðir, heimahjálp, rætt til at arbeiða.
Tey, ið leggja fram, eru:
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, Fólkaflokkurin
Bjørn Kalsø, Sambandsflokkurin
Ingrid S. Henriksen, Javnaðarflokkurin
Heini O. Heinesen, Tjóðveldi
Rúna Sivertsen, Sjálvstýrisflokkurin
Dorit Hansen, Framsókn
Karsten Hansen, Miðflokkurin
Hvørt valevni fær fimm minuttir til framløgu.
Aftaná framløgurnar verður høvi hjá fundarfólkinum at seta spurningar og koma við viðmerkingum.
Fundarstjóri verður Jógvan E. Ósá.
Tað er pensjónistafelagið Hugni, sum saman við Ingrid S. Henriksen skipa fyri.