Eldraøkið: Ov fá starvsfólk til arbeiðis

Eldraøkið hevur verið í brennideplinum síðstu vikurnar. Miðlahúsið hevur varpað ljós á støðuna hjá teimum eldru í samfelagnum við fleiri greinum í Sosialinum og in.fo, og í síðstu viku skipaði felagsskapurin Tign fyri einum tiltaki, har tey loddaðu støði á eldraøkinum.


Rúna Sivertsen er forkvinna í Tign, og við Rás 2 er hon ikki í iva um, at tað eru ov fá starvsfólk í eldraøkinum.


- Tað er avgjørt tørvur á fleiri hondum í eldrarøktini. Tað vísir seg, at hvørja ferð sparingar eru, so gongur tað út yvir tann partin, sum er røktin. Tað eru alt fór fá starvsfólk til arbeiðis til hvørt búfólk. Tað má rættast uppá.


Hoyr alla samrøðuna við Rúnu Sivertsen við at trýsta á pílin undir myndini.