Miðlahúsið varpar í hesum døgum ljós á eldraøkið. Les meira um evnið í Vikuskiftis Sosialinum, í Sosialinum í dag og her á in.fo.
Hanne-Dot Ludvig hevur verið avvarðandi hjá fólki á røktarheimið síðani í 2007. Hennara royndir siga henni, at okkara gomlu kenna seg einsamøll, tí stundir eru ikki til at geva teimum nøktandi umsorgan. Tað er ikki tí, at starvsfólkini ikki gera sítt arbeiði til lítar, men tí ov fá starvsfólk eru um tey gomlu.
Sí videobrot við Hanne-Dot Ludvig, næstforkvinnu í TIGN her, og les annars meira um hvat Hanne-Dot hevur upplivað og hvat Mary Antonsdóttir, álitisfólk á Tjarnargarði sigur um støðuna, í Sosialinum í dag.










