Árið 2014 skal nýtast til at fyrireika, at eldraøkið verður lagt út til kommunurnar at umsita. Tað, sum ógvuliga fáir føroyingar eru greiðir yvir, er, at talan als ikki er um at leggja eldraøkið út til kommununar. Tað, ið veruliga verður gjørt, er at leggja heimatænastuna, ið umfatar borgarar frá vøggu til grøv, út til kommunurnar. Røktarheim, sambýli, heimahjálp, økisterapi og heimasjúkrarøkt.
Eftir mínum tykki er tað ógvuliga óheppið, at landspolitikarar, kommunalpolitikarar og fjølmiðlar áhaldandi tosa um at "leggja eldraøkið út". Hetta hevur viðført, at kjakið einans snýr seg um eldraøkið og heimahjálp. Eingin kjakast um, hvørjar avleiðingar kunnu standast av útleggingini fyri restina av økinum.
Aftaná fyrstu viðgerð av lógini í løgtinginum hoyrdi eg onkran siga, at viðgerðin var í einum jaligum vilja og anda. Eg vildi sagt, at huglagið var merkt av uppgevan. Fremstu grundgevingarnar fyri at leggja eldraøkið út til kommununar at umsita var, at tað kann bara gerast betri. Eg hevði ynskt, at onkur kundi sagt meira nágreiniligt, hvat tað er, sum fer at gerast betri. Onkur politikari dittaði sær at halda, at tað fór at gerast betri og bíligari. Her vil eg rósa fleiri løgtingslimum fyri skjótt at svara aftur. Eitt var heilt víst; bíligari gerst tað ikki, allarhelst dýrari.
Sjálvandi kann tænastan, sum verður veitt av Almannaverkinum til allar borgarar frá vøggu til grøv, gerast betri. Spurningurin er, hvat tað er, ið ger tænastuna betri. Fyri meg er svarið einfalt - ein uppraðfesting av økinum er tað, sum betrar tænastuna. At leggja økið út til kommunurnar er bara undanførsla.
Tað hevur fleiri ferðir verið ført fram, at økið skal fáa tann pening, sum tað kostar. Man nakar vita, hvat tað kostar? Økið hevur verið rakt av áhaldandi skerjingum í fleiri ár. Vaktirnar hjá starvsfólkunum eru styttar - skulu tær leingjast aftur, áðrenn økið verður givið kommununum? Uppslitnir bygningar – verða teir dagførdir, áðrenn økið verður lagt út? Vit eiga at verða samd um, hvørjar tænastur skulu standa borgarunum í boði, fyri at rokna, hvat tað kostar. Eg eri sera bangin fyri, at kommunalpolitikarnir koma í kløtur ímillum, hvat borgarin væntar sær, og hvat landið ætlar sær at gjalda.
Størsta broytingin fyri sjúkrarøktina er, at lógin um heimasjúkrasystratænastuna og tær hartilhoyrandi kunngerðir verða strikaðar. Hetta hevur við sær, at § 1 í kunngerð nr. 88 frá 6. juni 1997 um heimasjúkrasystratænastuna, sum sigur at "Heimasjúkrasystratænastan fevnir um allar persónar, sum eru staddir í Føroyum. Heimasjúkrarøkt verður veitt ókeypis." hvørvur. Í staðin verður orðingin samb. § 18 í nýggju lógini, har tað stendur í stk. 1, at kommunurnar kunnu krevja gjald frá borgaranum fyri tænastur og tilboð, sum verða veitt sambært hesi lóg og stk. 2. Landsstyrismaðurin ásetur í samráð við kommunurnar nærri reglur um gjald eftir stk. 1. Hetta er ikki nakað, sum politikarnir tosa hart um, men hendan orðing kann fáa álvarsamar fylgir fyri vanliga borgaran.
Eisini kravið um, at tað eru útbúnir sjúkrarøktarfrøðingar, sum skulu veita heimasjúkrarøkt, er strikað. Í staðin verður skrivað, at avgerðir skulu verða grundaðar á eina fakliga tørvsmeting, tó uttan at skilgreina, hvat faklig tørvsmeting merkir. Hetta skal landsstýrismaðurin gera eina kunngerð um seinni, um tað gerst neyðugt. Øll fakfólk hava í hoyringsskrivum gjørt vart við manglandi krav um fakligan førleika, og sjálvt um landsstýriskvinnan áhaldandi hevur sagt, at hon skal tryggja tann fakliga góðskuna í lógini, er tað ikki gjørt.
Eg fari at loyva mær at ávara kommunalpolitikaranar og biða teir hugsa seg væl, um áðrenn sagt verður ja til at góðtaka hesa lóg. Tey stóru og truplu økini eru ikki lýst og eru als ikki ein partur av kjakinum.










