Eldraøkið: Hetta er ein misskiljing

Kunnu avvarðandi krevja, at tað skal vera ein kommunal uppgáva at syrgja fyri, at gomul og óhjálpin ikki keða seg?

Seinastu tíðina hevur Sosialurin og www.in.fo varpað ljós á umstøðurnar í eldrarøktini.

 

Í tí sambandi er nógv komið fram um, at starvsfólk á ellis- og røktarheimum, og í heimatænastuni, hava ikki stundir til vera um tey gomlu og óhjálpnu, tí tey hava illa nokk stundir til ta grundleggjandi røktina.

 

Jóhan Christiansen er borgarstjóri á Eysturkommunu, og formaður í stýrinum fyri Nánd, sum er eldrasamstarvið ímillum Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu.

 

Og hann heldur, at er sosial samvera við tey eldru ein trupulleiki, er tað samstundis ein spurningur, hvør skal loysa hann.

 

Hann heldur, at tað er sum um at tey avvarandi halda seg fyrst hava til at krevja eitt búpláss til tey eldru og óhjálpnu, og síðani halda tey seg eisini hava rætt til at krevja, at kommunurnar skulu tryggja, at tey ikki keða seg, og sita einsamøll, hvørki heima ella á kommunalum stovnum.

 

- Eg haldi tað vera misskilt, at eldratænastan skal skipa fyri øllum innihaldinum í dagligdegnum hjá borgarum, bara tí tey eru komin til ein vissan aldur. sigur Jóhan Christiansen.

 

- Eldratænastan skal, í nærveru við brúkaran, syrgja fyri at veita grundleggjandi røkt, tá ein ikki megnar tað sjálvur. Tað merkir, at vit, við virðing fyri brúkaranum, veita røktina, ein ikki megnar sjálvur.  Grundleggjandi røkt í nærveru við brúkaran merkir ikki, at vit, sum myndugleikar, skulu fylla dagin við undirhaldi, sosialari samveru, sigur hann.

 

Hann vísir eisini, á, at nógv fýlast á, at heimahjálpin  ikki hevur srundir til ein kaffimunn saman við brúkaranum.

- Men skal hon tað, spyr hann.

 

Ein reyður tráður í kjakinum er, at starvsfólk á eldraøkinum hava ikki stundir til sosiala samveru við brúkarunum. Tey hava bert tíð til mest neyðugu røktina, og kanska knípur tað enntá onkustaðni.

 

- Felags fyri tað vit hava lisið, er, at okkara eldru borgarar keða seg í ellisárum, og almenna fatanin tykist at vera, at nú skulu myndugleikanir syrgja fyri at tey ikki keða seg, sigur stýrisformaðurin í Nánd.

 

- Í dag kostar í Føroyum yvir 400 milliónir krónur, men skulu vit eisini hava eina tænastu, sum eisini veitir professionella samveru, fer eldraøkið at kosta nógv afturat.

 

- Í Onglandi hava tey eina skipan, har tey sum eru best fyri fíggjarliga, sjálvi rinda fyri ”undirhaldið” afturat tí vanligu røktini tey rinda fyri.

 

- Er tað ein tílík skipan vit vilja hava í Føroyum, spyr Jóhan Christiansen

 

- Grundleggjandi spurningurin er, um kommunurnar skulu syrgja fyri at okkara eldru borgarar, umframt tí grundleggjandi røktina, tey fáa, eisini skulu hava professionella samveru, so tey ikki sita einsamøll heima, ella á einum bústovni?

 


- Eldratænastan veitir longu í dag partvíst hesa tænastu umframt røkt. Spurningurin er um eldratænastan skal veita hesa tænastuna til fulnar, so at vit onnur kunna sova væl um náttina? Einasta forðingin er pengar, leggur hann afturat.
 

 

Trýst HER og les meir um, hvørjar tankar, Jóhan Christiansen ger sær um eldraøkið, har hann eisini heldur, at felagið Tign, kundi verið meiri uppbyggjandi, ístaðin fyri bara at krevja meiri pengar