Eldraøkið: Havi sjálv upplivað ruðuleikan ferð eftir ferð

- Tey flestu av húsfólkunum hava brúk fyri fýra hondum at hjálpa sær bæði til at sleppa úr songini, í songina, á ves og annað. Tað krevst ikki tað stóra matematiska høvdið fyri at rokna út, at hetta hongur ikki saman, sigur næstforkvinna í felagnum TIGN.

–Tað eru bara tvey starvsfólk frá kl. 13.00 til kl. 23.00. Tey flestu av húsfólkunum hava brúk fyri fýra hondum at hjálpa sær bæði til at sleppa úr songini, í songina, á vesi og nógv mugu eisini matast. Starvsfólkini skulu eisini syrgja fyri at fáa nátturan á borðið og rudda av aftur. Tey flest skulu eisini hava heilivág. Tað krevst ikki tað stóra matematiska høvdið fyri at rokna út, at hetta hongur ikki saman. Tvey starvsfólk hava ongan møguleika at nøkta tað á ein virðuligan hátt. Okkara gomlu verða skrumblað í song, tey fáa ikki nøktandi nærveru í gerandisdegnum og tey sleppa ikki eingongd á ves , um tey ikki klára upp sjálvi. Tað eru ikki starvsfólkunum tað er galið við, men myndugleikunum, sigur Hanne-dot Ludvig, næstforkvinna í felagið Tign. 

 

- Einaferð mátti eg fara ímillum, tí nøkur eldri dement fólk byrjaðu at eta frá hvørjum øðrum og gerast ill inn á ruðuleikan, minnist Hanne-dot. Tað var ikki tí, at starvsfólkini ikki gjørdu sítt arbeiði til lítar. Nei, tað var tí, at tey vórðu noydd at fara frá eina løtu. Tá var tað tí, at ein av búfólkunum, sum lá á sínum kamari, mátti á ves, og tey máttu vera tvey um at hjálpa hesum. Og so er støðan bara tann, at øll starvsfólkini eru burturi tað løtuna, sigur Hanne-dot.

 

Hennara drúgvu royndir sum avvarðandi hjá búfólki á ellisheimið siga henni, at starvsfólkini stríðast fyri at fáa dagin at hanga saman, men tað er snøgt sagt ikki gjørligt at vera um øll búfólkini, tá ið støðan er sum hon er við normeringini.

 

Les meira um eldraøkið og um upplivingarnar hjá Hanne-dot Ludvig í Sosialinum, sum kemur á gøtuna í dag.