Eldraøkið: Ein øgiliga vandamikil gongd

Forkvinnan í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar heldur lítið um skipanina við fjarleiðslu á røktarheimum.

Miðlahúsið setir í hesum vikum sjóneyka á eldraøkið. Hendan greinin er partur av tí átakinum. Í Vikuskiftis-Sosialinum, Sosialinum mánadagin og her á in.fo komandi dagarnar, ber til at lesa meira um evnið.


- Leiðari er vorði eitt ”fy” orð, men tað, at man sleppur sær av við leiðarar á staðnum, er ein øgiliga vandamikil gongd.


Forkvinnan í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Óluva í Gong, er púra avgjørd á máli, tá hon verður spurd um leistin við fjarleiðsu.


Talan er um eina skipan, ið verður brúkt á eldraøkinum, har tað ikki er neyðugt hjá stovnsleiðarum at vera á stovninum, men hava skrivstovu aðrastaðni.


Men tað er ein skipan, ið Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ikki hava góða royndir við. Forkvinnan trívur í eina søgu, tá hon skal lýsa hvat avleiðing av fjarleiðslu er.


- Okkara royndir við fjarleiðslu er, at tað virkar ikki. Eg var til eina framløgu, har ein, ið arbeiddi á slíkum stovni, segði tað so væl uttan at hugsa um tað. Tað kom veruliga frá hjartanum, tá hon segði.


- Vit hava onga leiðslu, nei, eg meini, fjarleiðslu, so vit gera bara sum vit vilja, segði viðkomandi, ið hevði framløguna.


Tað er serliga manglandi innlitið í gerandisdagin hjá búfólkunum og starvsfólkunum, ið at atvoldin til, at forkvinnan metir, at skipanin ikki er haldbar.


- Um tú sum leiðari ikki ert á staðnum, so veit tú ikki hvørjir trupulleikarnir eru. Tað er ógvuliga umráðandi, at ein leiðari veit hvat gongur fyri seg í gerandisdegnum, serliga tá man arbeiðir við fólki, sigur Óluva og leggur afturat.


- Um man ikki kennir til gerandisdagin hjá brúkarum og starvsfólkum, men situr onkra heilt aðrastaðni, og skal hava alt fortalt, so verða tínar metingar gjørdar av tí, ið onnur fortelja tær. Og tær metingarnar eru litaðar av, hvussu viðkomandi upplivir eins støðu. Tá fær tú ikki ein ordiliga mynd av tí, ið gongur fyri seg á stovninum.


Harumframt metir forkvinnan í Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, at tað er skaðiligt fyri starvsfólkatrivnaðin, at leiðarin ikki er til staðar.


- Tað ávirkar eisini starvsfólkini, at tey ikki hava ein leiðara at fara til. Tey fáa eina kenslu av, leiðarin situr so langt burtur, at viðkomandi ikki veit hvat starvsfólkini tosa um ella hvussu støðan er á stovninum.