Tað er eisini ein uppgáva hjá avvarðandi at taka ábyrgd fyri teimum næstringum, tey hava á ellis- og røktarheimum.
Tað hildu summir av borgarstjórunum á fundi í gjárkvøldið um korini hjá teimum eldru.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sigur, at eitt er, at starvsfólkini á bústovnunum skuli vísa nærveru. Men hann staðfestir samstundis, at hann saknar at tey avvarðandi hjá búfólkunum eisini eru nærverandi og vitjaðu sínar næstringar á ellis- og røkarheimunum og gingu túrar við teimum, til dømis.
Tá ið tosað verður um avvarðandi hjá búfólki á ellis- og røktarheimum, er tað aloftast børnini, hugsað verður um, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, spurdi eisini um tey avvarðandi ikki kundu gjørt meiri burtur úr at vitja tey gomlu, og farið ein túr við teimum ein hálvan tíma um dagin.
Hann sigur, at eitt endamál við hesum er eisini at forða fyri, at tey eldru ikki verða fullkomiliga stovnsgjørd.
- Tað má vera eitt sindur menniskjansligt, og ein javnvág má vera í, so at tað ikki er so, at antin eru tey fomlu heima, ella eru tey á stovni. Vit mugu finna eina millumloysn, heldur nývaldi borgarstjórin í Runavík.
Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu heldur, at vit eiga ikki at stovnsgera tey eldru meiri enn neyðugt og sostatt taka ta ábyrgdina frá teimum avvarðandi.
- Men vit skulu heldur ikki noyða tey eldru til ymiskt, tey ikki vilja. Sum politiskur myndugleiki skulu vit ikki koma við kravi um, at tey eldru skulu ganga og súkkla, tí nógv eldri fólk eru troytt eftir eitt langt arbeiðslív og vilja bara hava frið, heldur hann.