Tá tú flytur mammu tína á eitt heim, so hevur tú ivaleyst ímynd av, hvussu tað eigur at vera.
Gunvø Baller hevði vónað, at mamman fór at fáa mest grundleggjandi røktina har, men eisini, at Margreta varð stimbrað mental og sosialt hvønn dag. So var tó ikki.
- - Tað er ótrúliga deprimerandi at vera har. Trupulleikin er, at búfólkini eru øll sama stað – also eingin demensdeild er burturav. Tað var tað helst í byrjanini, men sum vera man gerast fólk eldri og fleiri og fleiri blíva dement, so nú er alt blandað saman, greiður Gunvør frá.
Tað viðførir, at tey, sum eru klár í høvdinum, fáa lítla og onga sosiala stimbran í gerandisdegnum, og halda seg mest inni á kømrunum.
- - Tey, sum ikki eru dement blíva tað mangan eftir fáum mánaðum, tí tey eru umgird av fólki, sum tey ikki kunnu tosa við, greiður Gunvør frá.
Les Les meira frá Gunvør Balle og um eldraøkið í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur á gøtuna í Havn í kvøld og kring landið í morgin.