Eldramál eitur nú Tign

Felagið Eldramál,ið hevur til endamáls at vera málgagn hjá teimum, sum hava tørv á heimarøkt, røktarheimi ella sambýli, hevur nú broytt navn.

 

 

Nýggja navnið á felagnum er Tign. 

 

 

Tá felagið varð stovnað tann 13. juni í ár bleiv ein navna- og  búmerkjakapping útskrivað, og nú er vinnarin í navnakappingini funnin.

 

 

Josefina Smith, ættað av Tvøroyri, búsitandi í Korsør á Sælandi, hevur vunnið navnakappingina.

 

 

- Tign og kærleiki eru hugtøk, ið eiga at fylgja okkum øllum alt lívið. Ikki minst á ellisárum, tá ið vit ikki longur klára tilveruna í egnum heimi, og vit verða bundin av hjálp frá okkara medmenniskjum – tá ið røktarheimið verður okkara næsta heim. Missa vit kropsliga ella sinnisliga førleikan, er sera umráðandi at varðveita tignina, sigur Josefina Smith.

 

 

Nevndin í felagnum fegnast um nýggja navnið.

 

 

 

- Navnið Tign hóskar væl til felagið, hvørs aðalmál er at stremba eftir, at øll verða vird tignarliga og kunnu varðveita sín samleika, tá ið tey gerast óhjálpin ella skerd, sigur nevndin í Tign.

 

 

 

- Fyrst, felagið varð stovnað, varð greitt, at tørvur er á einum víðfevndari felag. Tí fegnast nevndin um nýggja navnið, sum lýsir, at felagið kann fevna um allar aldursbólkar. Tign er eitt sakligt heiti, umframt at tað er snøgt orð og er frálíkt til at brúka á Alnetinum, sigur felagið.

 

 

 

Josefina Smith eigur tvey av teimum sjey hugskotinum, ið vórðu send inn til navna- og búmerkjakappingina.

 

 

 

Einki búmerki varð valt á hesum sinni, men nevndin hevur gjørt av at skriva út nýggja hugskotskapping um búmerki til felagið, sum nú ber navnið Tign.

 

 

 

Kappingin verður útskrivað eftir aðalfundin í heyst, tá ið viðtøkurnar hjá felagnum eru góðtiknar.