Nú hava tiltøkini við kvøldsetum í Eldraárinum skjótt rokkið kring landið. Eftir eru tvær kvøldsetur, onnur í kvøld á Strondum og hin í Vestmanna í næstu viku. Í Vestmanna tekur verjin fyri eldraárið, Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, lut.
Kvøldsetan á Strondum verður í pensjónistahúsinum, og hon byrjar klokkan 19.00 í kvøld. Sjóvar- og Skála pensjónistafelag skipa fyri. Eivind Jacobsen, bygdaráðsformaður á Strondum, og Símun Pauli Berg, bygdaráðsformaður á Skála, taka lut. Teir fara at umrøða evni, ið viðvíkja teim eldru, bústaðarviðurskifti og annað.
Umframt verður undirhald við upplestri og sangir, og tey luttakandi fáa kaffi og køkur. Hjalgrím Poulsen fer at spæla harmoniku.
Forkvinnan í Sjóvar Pensjónistafelag, Gynna Lauritsen, roknar við, at kvøldsetan fær góða undirtøku. Limatalið í pensjónistafelagnum á Strondum er oman fyri 80. Nøkur teirra eru strandingar búsitandi í Havn.
Seinasta vikuskiftið í hesum mánaðinum verður Norðurlandahúsið í Havn karmur um stórt tiltak í sambandi við Eldraárið.