Eldraheim við hugna, hita og humor

Persónligt frælsi, kærleiki og spontanitetur skulu setast í hásæti innan eldrarøktina. Hetta var niðurstøðan á stórari ráðstevnu hjá Nærverkinum um framtíðar eldrarøkt

- “Her var gott at liva.” Soleiðis skulu fólk kunna siga um tíðarskeiðið tey búðu á einum ellisheimi. Hetta var niðurstøðan á nemandi innlegginum hjá eldhugaðu Margaret Johannesen frá Giljagarði í Leirvík, har hugsunarhátturin frá The Eden Alternative er galdandi í gerandisdegnum.


Livandi alternativ

Hósdagin var Norðurlandahúsið karmur um stóra ráðstevnu um framtíðar eldrarøkt, sum Nærverkið skipaði fyri. Eini 400 fólk við tilknýti til eldraøkið høvdu teknað seg til ráðstevnuna, sum snúði seg um nýggja røktarhugtakið ”The Eden Alternative”.

Sambært hugsjónini handan The Eden Alternative eru trý fyribrigdi, sum eyðkenna búfólkini á vanligum bústovnum: Einsemi, keðsemi og hjálparloysi. Til tess at bøta um trivnaðin, bæði hjá búfólkum og starvsfólkum, setir The Eden Alternative lív, gleði, anda og samanhald inn í staðin. Hetta verður eitt nú gjørt við at geva teimum búfólkunum húsdjór, nógvar livandi plantur, sum skulu røkjast, og vitjan av børnum. Alt við hugtøkum sum virðing, humor, kærleiki og sansastimulatión í miðdeplinum.


Hugtikin ministari

Sambært landsstýrismanninum í Almanna- og heilsumálum Hans Paula Strøm er Eden-alternativið avgjørt gongda leiðin innan framtíðar eldrarøkt, og var hann sera hugtikin av hugsjónini handan hugtakið. Eisini segði hann seg vilja stuðla arbeiðinum at fáa betri trivnað á ellisheimum, við so líðandi at seta í verk Eden-hugsjónina innan alt eldraøkið.

Gestarøðarar á ráðstevnuni vóru upphavsmaðurin til Eden-arbeiðsháttin Dr. Bill Thomas og danska Jane Verity, sum er umboð fyri Eden í Norðurlondum. Eisini greiddu tær báðar, Haldis Joensen frá heiminum fyri minnisveik við Vallalíð og Margaret Johannesen frá Giljagarði í Leirvík frá um, hvussu tey nýta Eden í gerandisdegnum.

Sosialurin ger meira við málið í komandi viku.