Eldraguðstænasta í Hoyvíkar kirkju mánadagin

Síðan Hoyvíkar kirkja varð vígd og tikin í nýtslu, hevur verið siður at havt eldraguðstænastu undan jólum.

Talan er um eitt stórt tiltak, tí flestu ellis- og røktarheim og sambýli úr allari kommununi plaga at vera við. Fleiri av hesum kirkjufólkum sita í koyristóli, og tekur tað tí eina løtu at koma aftur og fram. Men væl plagar at hilnast, og løtan er hugnalig.

Eldraguðstænastan í ár verður mánadagin 9. desember kl. 14 í Hoyvíkar kirkju. Børn úr Frítíðarskúlanum í Hoyvík ganga Luciagongu. Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, sóknarprestur, prædikar. Eftir guðstænastuna verður ein drekkamunnur at fáa. Øll eru vælkomin!