Hans Jákup Simonsen
valevni javnaðarfloksins til Tórshavnar býráð
Bíðilistin til tey fáu ellis- og røktarheimini í kommununi er langur, og tey avvarandi eru ofta í einari sera trupplari støðu.
Tórshavnar kommuna eigur tí at streingja á landsmyndugleikarnar, fyri at fáa yvirtikið eldraforsorgina í kommununi sum skjótast. Fíggjarkarmurin, ið er tengdur at eldraforsorgini, skal sjálvsagt fylgja við.
Flest eldri fólk trívast best í sínum vanliga umhvørvi, og tey flestu vilja klára seg sjálvan sum longst, tí eiga eldri fólk at hava møguleika fyri sjálvi at taka støðu til, hvussu tey skulu búleikast á gamalsaldrinum. Hettar krevur, at heimahjálpin fær størri fíggjarliga játtan, at heimahjálparskipanin verður ment og víðkað, og at avvarandi, ið hava møguleika fyri at taka sær av sínum nærmastu, verða stuðlað av kommununi fíggjarliga.
Eldraíbúðir og vardar íbúðir skulu byggjast, fyri at fólk sum longst skulu kunna klára seg sjálvi og hava sítt egna. Tað eigur at verða stuðlað undir, at ellis- og røktarheim skullu kunna bjóða teimum gomlu, íð búgva í nærumhvørvinum, tær tænasturveitingar og ta hjálp, sum er fyri neyðini.
Men tá fólk gerast óhjálpin av sjúku- ella ellisávum, og tað ikki longur er forsvarligt at vera heima, eiga tey, sum eru gomul og sjúk, at hava rætt til eitt ellis- ella røktarheimspláss uttan at standa í bíðirøð.
Ikki so sjáldan kemur tað fyri, at fólk, ið hava verið innløgd á sjúkrahús, verða send heim, uttan at kommunan er før fyri at veita teimum ta neyðugu heimarøktina ella eitt umlættingarpláss.
Her er ein uppgáva, ið Tórshavnar kommuna eigur at taka í álvara, og kommunan eigur, umframt at styrkja heimarøktina, at skaffa fleiri umlættingarpláss og lata byggja tey ellis- og røktarheim, ið skulu til, fyri at nøkta tørvin.
Fyritreytirnar eru góðar, við tað at skattainntøkan hjá kommununi er vaksandi, og komunuskuldin er minkandi, og um fíggjakarmurin, ið er tengdur at eldraforsorgini fylgir við, og tær uppgávur, ið kommunan skal loysa, verða rætt raðfestar, tá megnar Tórshavnar kommuna at lyfta hesa uppgávu og kann geva okkara eldru og gomlu nøkur virðiligari ellisár eftir eitt ofta strævi arbeiðslív, har ikki øll hava havt eins góðar møguleikar fyri at tryggja sær ein góðan aldurdóm.
Tórshavnar kommuna er høvuðstaðarkommunan, har fólk flyta til, og har nógvar sosialar uppgávur eru at taka sær av. Neyðugt er tí við nýhugsan á tí sosiala økinum, og tíðin er búgvin til, at Tórhavnar kommuna fær eina serstaka høvuðsstaðarjáttan, soleiðis at ein størri partur av tí samlaða skattinum fer í kommunukassan, fyri at verða umsitin nærri borgaranum, enn hann verður í dag.
Eg vil tí arbeiða fyri at kommunan yvirtekur eldraforsorgina og fari at krevja størri fíggjarligara játtan til kommununa á tí sosiala økinum, fyri at fáa eina meira menniskjaliga sjúkra- og eldraforsorg, sum miðjar ímóti, at øll fáa ta hjálp, tey hava fyri neyðini, og sum vísir teimum eldru ta virðing, tey hava uppiborið, og sum gevur teimum veiku og sjúku betri liviumstøður.










