Eldrafelagið Nón vitjan úr Danmark

29 pensjónistar úr Danmark, kvinnur og menn, búgva hjá privatfólki við Skálafjørðin og í Elduvík í hesum døgum.
<DPTAB>    - Øll eru ovurfegin og púrasta ovfarin av blíðskapinum, sigur Amy Djurhuus, formaður í Eldrafelagnum Nón

Vitjan

Tíðliga mánamorgunin komu 29 pensjónistar úr Svendborg og Tåsinge við Norrønu til Føroya at vitja pensjónistafelagið Nón á Skálafjørðinum.

Búgva privat

Amy Djurhuus, sum er formaður í Nón, sigur, at tey kendu ikki hesi fólkini, áðrenn tey komu higar.
- Ein føroysk kona hiðani av leiðini, sum býr í Svendborg, hevur fingið ferðina í lag. Hon helt, at tað hevði verið áhugavert hjá hesum fólkum, sum regluliga møtast í einum tilhaldi, at vitja í Føroyum.
Øll tey 29 fólkini, harav 10 eru pør, búgva privat í Runavíkar-økinum, á Toftum og í Elduvík.
Sosialurin var við úti á Nesi seinnapartin mánadagin, tá ið
ferðalagið saman føroysku vertunum vitjaði í Nes kirkju, og har Ernst Hansen var so beinasamur at siga teimum søguna um kirkjuna, sum er bygd í 1843.

Bussur og førari

Á ferðini í Føroyum hava donsku pensjónistarnir ein buss við sær og førara.
Gjáramorgunin, tá ið vit tosaðu við Amy, bar leiðin norður til Klaksvíkar og Viðareiðis, haðani ætlanin var at fara so skjótt, komið varð um Leirvíksfjørð.
Í Leirvík vóru tey inni á bátasavninum.
- Tá ið vit koma aftur til Klaksvíkar í dag, fara vit at vitja í
Leikalund, gamla handlinum hjá Jens Klæminti og í Christianskirkjuni, har serstøk altartalva hongur, sigur Amy.

Hugtikin og ovfarin

Formaðurin í Nón leggur dent á, at donsku pensjónistarnir bæði eru hugtiknir av landinum, ovurfegnir um ferðina og púrasta ovfarnir av blíðskapinum, teimum er vístur.
- Fólk eru ógvuliga glað; lagið er gott, og stemningurin er lættur, sigur Amy Djurhuus.
Donsku pensjónistarnir fara avstað aftur við Norrønu fríggjadagin komandi.