Tiltøk
Vilmund Jacobsen
Leygarkvøldið, 29. mars, skipa trý eldrafeløg í Eysturoy fyri hugnaløtu í Handilsskúlanum á Kambsdali. Feløgini, sum hava tikið stig til hetta kvøldið, eru eldrafelagið Nón í Runavíkar kommunu, Fjallið í Leirvíkar-og Gøtu kommunu og eldrafelagið, Borgin í Fuglafjarðar kommunu.
Á hugnaløtuni fara tey, sum tað liggur í orðinum, at hugna sær við døgurða, práti, skemti, sangi og harmoniku. Annað undirhald verður eisini, bæði til gamans og álvara.
Tey, sum ætla sær at verða við til tiltakið á Kambsdali, skulu siga frá hjá einum av nevndarlimunum ella formonnunum í nevndu feløgum.
Eldrafelagið Nón veit at siga, at fleiri enn hundrað fólk longu hava boðað frá luttøku.
Tey, ið enn ikki hava teknað seg, men hava hug at verða við, kunnu venda sær til (Nón) Amy Djurhuus, tlf. 447718, (Fjallið) Herborg Joensen, tlf. 443011 og til (Borgina) Ditleif Eldevig, tlf. 444072/ 284772.