Leygardagin 1. oktober skipar Vágs Kommuna fyri eldradegi vesturi í VB Húsinum.
Dagurin byrjar klokkan 11.00 og endar áleið klokkan 14.00, skrivar vagur.fo.
Á degnum verður lætt ábit, umboð frá býráðnum verða til staðar á degnum. Hilmar í Lágabø hevur harmonikuna við og Orðið á Borðið luttekur við sangi. Sámal Midjord frá Frelsunarherinum kemur at greiða frá um Heimaforbundið og Orðið á Borðið.
Eisini fer Arnfinnur Thomasen at greiða frá um hendingina tá trolarin frá Hull, Girdlensess, gekk burtur við mann og mús vestan fyri Fámjin í 1931.