Eldradagurin er í gongd

Í sambandi við altjóða eldradagin skipar Eldraráðið í Tórshavnar kommunu fyri eldradegi í Tórsgøtu í dag.

Eldradagurin byrjaði klokkan 10 í morgun, tá Heðin Mortensen, borgarstjóri, setti dagin, og umboð fyri Eldraráðið segði nøkur orð á parkeringsøkinum.

Umboðið fyri Eldraráðið var Marita Arge Magnussen, sum er á høvuðsmyndini til hendan tíðindastubba. Eftir setan og røðu var rørsla á parkeringsøkinum.

Frá klokkan 11–12 hevur Eyðun Johannesen, leikstjóri, framført á Gamla Reinsarí. Døgurðasteðgur er nú frá klokkan 12-13.30, har suppa og okkurt gott omaná verður at fáa í kantinuni í Posthúskjallaranum.

Tórsgøta verður stongd fyri allari ferðslu frá handlinum P/F Maria Poulsen og oman í Vágsbotn, har limir í áhugafelagnum Føroya Ellisakfør fara at sýna fram bilar og motorsúkklur. Hetta verður frá klokkan 13-16.

Oddvør Johansen, rithøvundur, fer at halda fyrilestur á Gamla Reinsarí klokkan 13.30, og matiné verður í Dómkirkjuni klokkan 14.15, har Bjarni Bæk hevur bønarhald, Petra Iversen syngur, Laila Nielsen spælir blokkfloytu, og Gudmund Mortensen spælir urgu og klaver.

Livandi ”syngið við” tónleikur verður í Posthúskjallaranum klokkan 15.15, har Hilmar Joensen skipar fyri.

Í Posthúskjallaranum er café við ókeypis kaffi og te allan dagin, meðan tiltøkini eru.