Eldraráðið bjóðar til árliga eldradagin fríggjadagin 20. oktober 2023 kl. 10-15 í hølunum hjá Dansifrøi í Havn.
Lagt er upp til ein spennandi og hugnaligan dag við viðkomandi evnum, sum eru uppi í tíðini, og møguleikanum at samskifta og hugna sær saman. Les um dagin og melda til niðanfyri.
Allir borgarar, 60 ár og eldri, í Tórshavnar kommunu eru vælkomnir at luttaka. Luttøkutalið er avmarkað til 300, og luttøkugjaldið er kr. 260 íroknað sjálvtøkuborð kl. 12.
Hetta skrivar torshavn.fo, og har ber eisini til at tekna seg til dagin og har sæst skráin eisini.










