Tíðindaskriv frá Landsfelag Pensjónista
Dagurin verður hildin frá kl. 9.00 til 17.00 við hesi skrá:
9.00 til 10.00 verður morgunkaffi/-te við rundstykkjum og øðrum.
10.00: Birgith Hentze, forkvinna fyri Pensjónistafelagið Kvøldarsól bjóðar vælkomin.
10.10: Borgarstjórin í Skopun, Gerhard Lognberg, flytur fram røðu.
10.30: Katrina Joensen, lærari, hugleiðir um kirkjuna.
11.00: Sangur við børnum.
11.30: Jóannes Eidesgaard, løgmaður, heldur røðu.
12.00 – 13.30 Døgurði.
13.30: Hanna á Reynatúgvu, ergoterapeutur, greiðir frá ymiskum hjálpartólum og skipar fyri løttum fimleiki, sum øll kunnu luttaka í.
14.00: Kaj Vilhelmsen, eygnalækni, heldur fyrilestur.
14.30: Palli Dalsgaard sigur frá.
15.00: Kaffisteðgur.
15.30: Umboð frá Almannastovuni greiðir frá lóggávuni á eldraøkinum.
16.00: Spurningar og orðið frítt.
16.30: Lutaseðlar verða trektir.
16.45: Niclas Akraberg Poulsen, formaður í Landsfelag Pensjónista, ber fram heilsan til seinast.
17.00: Sangur og fráferð.
Fríðhild Winther verður fundarleiðari.
Kostnaðurin er kr. 200,- fyri hvønn luttakara fyri allan dagin.
Luttøka eigur at verða fráboðað í seinasta lagi 14. mai 2007 til eitt av hesum tlf.nr.: 361330 – 361322 – 361359 – 361381 –361505 – 373829
Ferðaætlan hjá Teistanum leygardag:
Av Gomlurætt: kl. 8.45; 10.30; 13.15...
Úr Skopun: kl. 12.30; 14.00; 16.30; 18.30; 20.15 og seinastu ferð 22.30.
Bussur koyrir millum ferjuleguna í Skopun og “Samljóð” í sambandi við tiltakið.
Stuðlað og hjálpt í sambandi við Eldradagin hava: Skopunar kommuna, Føroya Banki, Eik, Statoil Føroyar, Føroya Shell, Estra, Pensjónistafelagið Kvøldarsól og Landsfelag Pensjónista.
Fyrireikað Eldradagin 2007 hava:
Pensjónistafelagið Kvøldarsól & Landsfelag Pensjónista.