Eldradagur við ellisakførum

Í sambandi við altjóða eldradagin, sum er 1. oktober, verður ein framsýning av ellisakførum í niðaraparti av Tórsgøtu frá kl. 13- 16.30 tann dagin.

Tað er Eldraráðið í Tórshavnar kommunu, sum skipar fyri eldradegnum undir heitinum ”Virkin og vakin”. Tórsgøta verður stongd fyri allari ferðslu frá handlinum P/F Maria Poulsen og oman í Vágsbotn, har limir í áhugafelagnum Føroya Ellisakfør sýna fram bilar og motorsúkklur.


Eldradagurin byrjar kl. 10 um morgunin , tá Heðin Mortensen, borgarstjóri, setur dagin, og Mortan Rasmussen, formaður í eldraráðnum hevur orðið.


Annars verða onnur tiltøk og framførslur á Tjóðpalli Føroya, á Gamla Reinsaríi og í Perluni, umframt at matiné verður í Dómkirkjuni. Meira upplýsingar eru á heimasíðuni www.torshavn.fo