Í dag hevði Landsfelags Pensjónista eldradag í SALT. Umleið 320 fólk møttu til morgunmat í SALT í morgun og skráin fevndi eisini um gongutúr við Stórá og í Valinum, veit sudurras.fo at siga.
Ingeborg Vinther bjóðaði vælkomin, og síðani fekk Marner Lisberg orðið og uppgávuna at verða orðstýrari á degnum.
Umframt sang og røður í morgun, so greiddi Mortan Johannesen eisini frá, tá hann fyri 65 árum síðani fyrstu ferð var eftir salti í SALT-siloini á Drelnesi – í somu kørmum, sum í dag er stórsligið mentunarhús.
Eftir døgurða greiddi Daimi Kjærbo í Hørg frá eldraøkinum í Suðuroy. Alfred Olsen, nevndarlimur í Landsfelag Pensjónista, greiddi frá um pensjónir.
Hans í Líðini var gestarøðari og Tróndur Enni og Lív Næs spældu og sungu seinnapartin.
Tiltakið endaði seint seinnapartin, tá Beata L. Samuelsen, forkvinna í Landsfelag Pensjónista bar fram heilsu, og síðani endaði Jens Johannesen dagin.
(Mynd; Suðurrás)











