Eldradagur í Havn í morgin

Í morgin, fríggjadagin 4. oktober, verður eldradagur í Havn, har nógv verður gjørt burturúr frá fyrrapartinum og langt út á dagin.

Lagt verður fyri í “Speaker’s Corner” klokkan 10, og so verður hildið fram við hugleiðungum, sangi, tónleiki, framsýning og øðrum, ið tey eldru kunnu njóta á sínum degi.

– Øll eru vælkomin at vera við til dagin, sigur sum er ein av fimm limum í eldraráðnum í Havn, Katrin Holm, sum greiðir eitt sindur frá, hvat hendir eldradagin 2013.

Hoyr samrøðu við Katrin Holm við at trýsta á pílin undir myndini.