Eldradagur í Havn verður settur í dag klokkan 10, og verður hann hildin í sambandi við, at altjóða eldradagur er 1. oktober.
Hetta er sjeynda árið á rað, at eldradagurin verður hildin í Tórshavnar kommunu, og sum vanligt er hann lagdur á síðsta fríggjadagin fyri mánaðarskiftið.
Umframt fyrilestrar og annað, verður eisini sangur og tónleikur á skránni fyri dagin, ið fyri tað nógva verður hildin í Ebenezer, men eisini aðrastaðni í miðbýnum í Havn.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu, Rás 2 í gjár hevði við Hans Jacob Hermansen, formann í eldraráðnum.









