Frá í dag og fýra dagar fram verður Norðurlandahúsið karmur um ørgrynnu av tiltøkum, ið so ella so lýsa støðuna hjá teim gomlu í Føroyum. Hetta er í sambandi við Eldraárið í Føroyum, og tað er Fyrireikingarbólkurin av Eldraárinum, ið skipar fyri.
Á eldrapolitiska økinum verða pallborðsfundur og ráðstevna, sum fara fram ávikavist í dag og í morgin. Leygardagin og sunnudagin er skráin løgd fyri eldra ættarliðið at njóta, og tá verður eitt fjølbroytt úrval av spennandi mentanarligum tiltøkum á skránni. Eitt nú fyrilestrar, tónleikur, og dansur.
Tað heilt stóra verður veitslukonsertin leygarkvøldið í Norðurlandahúsinum. Fyri at so mong sum gjørligt skulu fáa gleði av henni, verður konsertin send beinleiðis í Sjónvarpi Føroya. Skráin er sjálvsagt sett saman við eldru áskoðarunum í hyggju. Havnar Hornorkestur, Havnarkórið, Kamarorkestrið, og Harmonikuliðið taka lut umframt Systi og Beiggi úr Likkulikkuleiu og Petra Iversen, ið fer at syngja. Vertir vera Adelborg Linklett og Sverri Egholm.
Vóna stóran áhuga
Hóast tað uttan iva er óhøgligt hjá fleiri at koma til Havnar til tiltakið, vónar Fyrireikingarbólkurin, at so nógv fólk sum gjørligt taka lut á Eldradøgunum. Innbjóðingar eru sendar til politikarar, embætisfólk, pensjónistafeløg og onnur, ið vara av eldraøkinum.
Á pallborðsfundinum, ið verður í dag frá kl. 14.00 og úteftir, verða spurningar, ið viðvíkja teim eldru, umrøddir. Umboð fyri tey gomlu leggja fram og svara spurningum. Evnini tey fara at umrøða eru: klientgerðan, pensjónir og fíggjarlig viðurskifti hjá pensjónistunum, íbúðarviðurskifti, samstarv millum eldri og yngri, og tey gomlu í fjølmiðlunum.