Eldradagar í Nesvík

Við undirheitinum 60+ var sett fólki stevnu í Leguhúsinum í Nesvík til eldradagar mánadagin 21. og og týsdagin 22. mars.

Ein av stigtakarunum var Sigvald Kristiansen vegna Meginfelag Pensjónistana

Eldradagar í Nesvík eru eitt nýtt tiltak, og tað hevur fingið góða undirtøku. Fleiri enn 70 hava teknað seg til tiltakið.

Leguhúsið og Landsfelagið hava lagt til rættis eina áhugaverda skrá fyri hesar báðar dagarnar.

Úr skránni kann nevnast:

Fimleikur/rørsla.

Kingokórið úr Tjørnuvík fer at syngja.

Seyður, seyðahald og fjallgonga - Fólk úr ymsum bygdum hugleiða um seyð

Nakrir prestar siga frá ymiskum.

Absalon Matras sigur frá um Rumenia.

Eisini verður vitjað á Eiðisverkinum og á Eiði.

Sjálvandi verður eisini tíð til prát, at binda og stuttir gongutúrar.

Fólk vóru komin úr at kalla øllum Føroyum ? eisini ein 88 ára gomul damu úr Suðuroy.

Eftir seyðaprátið, sum var tað síðsta á skránni í gjárkvøldið, gekk prátið lystiliga eftur við einum góðum kaffimunni.

Fólk lótu óføra væl at einum hugnaligum og áhugaverdum degi og gleddu seg til morgindagin.

Orð og myndir: Dávur Winther