Eldrabyrða ella grátt gull á Rás2 í dag

Hundurin er ikki hálvbardur enn

Skulu tey, sum hava privata pensjón, missa fólkapensjónina? Skal pensjónsaldurin setast upp?

Hetta eru tveir spurningar, sum verða viðgjørdir í beinleiðis kjaksending á Rás2 klokkan 16 í dag.

 

Tey, sum fara at kjakast um hetta, eru trý fólk, sum eru mitt í eldinum, nevniliga tvey umboð fyri samgonguna, Annika Olsen, landstýriskvinna í almannamálum og Reimund Langgaard, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, umframt Kári Petersen, búskaparfrøðingur og serkønur í pensjónsmálum. 

 

Tað er Óli Breckmann sum skipar fyri kjakinum og í upplegginum staðfestir hannm, at tað var í tøkum tíma, at henda samgongan setti 15% samansparingina til nýggja pensjónskipan í gildi við lóg.
 
- Andstøðan harmast meiri forskatting av pensjónsinngjøldum enn fegnast um tær 100-tals milliónir, sum fara at streyma eyka inn pensjónsgrunnar, sum frálíður, til at kjølfesta búskapin.

Men hundurin er ikki hálvbardur, tí enn bíðar Føroya fólk spent eftir øðrum parti av nýskipanini, sum sitandi samgonga hevur sitið uppiyvir nú í trý ár.
 
- Hví er tað og hvat skulu vit vænta av hesi seinnu akt av tí týdningarmiklu lógini fyri allar føroyingar, tá vit verða gomul?
 
- Í høvuðsheitum snýr annar partur seg um, hvat hendir við fólkapensjónini, viðbótum, grundarhædd og skulu verða avloyst av nýggju skipanini.
 
- Hjúnarrevsingin av pensjónistum við einari inntøku er lutvíst burtur, nú hjún, har annað er pensjonerað, ikki missa, tí hitt er undir pensjónsaldur og kann tjena pening.
 
- Men hvat við einari sjálvbodnari flyting millum pensjóneraðar hjúnafelagar av teimum 60.000 kr, tey kunnu tjena í part?

 
- Líkist tað annars nøkrum, at pensjónistar ikki kunnu tjena yvir 60.000 kr árliga uttan at verða ’brandskattaðir’, m.a. við at tey eisini missa 60% av viðbótini í fólkapensjónini av inntøku oman fyri hesar loyvdu 60.000 kr í eyka inntøku?
 
- Hevur tað ikki skund at lækka mótrokningina, henda revsiskattin, fyri ein eyka innsats á arbeiðsmarknaðinum, fyri tí um ein er farin um tey 67?
 
- Hvat hugsa vit fyri okkum at tvinga fólk av arbeiðsmarknaðinum, bara tí at tey fylla 67 ár.

 
- Hví ikki lata tey sum eru slitin og troytt, sleppa úr arbeiði og fáa fulla fólkapensjón við 67 ára alduur og hví tora politikarar ikki at loyva fólki sjálvum frítt at velja fráfaringaraldur?

Vil andstøðan ikki spæla við, skal samgongan taka málið í egnar hendur og loysa tað uttan andstøðuna?
 

 
- Eitt kalla tey eldrabylgjan ella forsyrgjarabyrðan. Men hví ikki heldur tosa um tað gráa gullið, tann serkunnleika, arbeiðsroyndir og tey stóru virði, ið okkara eldru eiga, sum nú verða tvingað úr arbeiða, áðrenn tey sjálvi ynskja sær tað, spyr Óli Breckmann.