Alfred Olsen fegnaðist um, at landsfelagið og tey ymisku lokalfeløgini eru so virkin, tí at teirra virkna pensjonistatilvera er við til at birta upp undir ein virknan landspolitikk á eldraøkinum.
- Búskaparfrøðingar ávara okkum ímóti tí komandi eldrabylgjuni, men tað taki eg sum nakað positivt og ikki negativt, tí at samstundis sum vit liva longri og longri, so verða vit eisini ung ein størri part av okkara lívi, sigur Alfred Olsen
Arbeiðsmarknaðurin
- Vit kunnu seta spurningin, um tað er neyðugt, at ein raskur arbeiðsmaður skal verða uppsagdur, tá ið hann verður 67 ár. Samstundis sum vit liva betri og longri, eru vit eisini før fyri at vera longri á arbeiðsmarknaðinum, og tað eigur at verða upp til tann einstaka og arbeiðsgevaran, um tú skalt halda fram at arbeiða, eftir at tú ert vorðin 67 ár, sigur Alfred Petersen.
- Men tað kostar at liva, sjálvt um ein er 70 ár, og tá ongin arbeiðsinntøka er, er neyðugt at fólkapensjónin er so mikið stór, at ein stakur eins og hjún, kunnu liva og gjalda hvørjum sítt fyri fólkapensjónina.
- Vit fegnast um, at dagtilhaldini, sum verða væl vitjað og sum hava fjølbroytt tilboð (sms, teldur, skype v.m.), verða fleiri og fleiri runt landið.
Vit meta, at møguleikin fyri at byggja eldraíbúðir kemur at betra um og broyta nakað uppá verandi bústaðarmynstur.
Tann politiska ætlanin gongur út uppá, at kommunur, feløg, einstaklingar kunnu byggja eldraíbúðir, innrættaðar til førleikan hjá eldri fólki, og verða frítikin fyri mvg, fáa rentufrádráttin og eina lagaliga fígging gjøgnum Húsalánsgrunnin.
Hetta kundi t.d. viðført, at eini hjún, sum búgva í stórum eldri húsum, selja hesi og flyta inn í eina eldraíbúð, móti at gjalda 10% av kostnaðinum (er kostnaðurin 800.000,- kr., skal gjaldast 80.000,- kr.) og síðani gjalda eitt hóskandi mánarligt gjald.