Eldra Tjóðveldi talar at búskaparligum ørskapi

Heita inniliga á samgonguna, um at sleppa búskaparliga ovfarakætinum, ið hevur verið seinastu árini.

- Ein meginorsøkin til, at javnvág ikki fæst á búskapinum er, at Føroyar halda seg hava ráð til tvinni miðstaðarøki við somu funktiónum.


Tað er høvuðsboðskapurin í eini fráboðan, ið Eldra Tjóðveldi, eitt felag fyri eldri tjóðveldisfólk, sendi fjølmiðlunum í gjárkvøldi.


Tað er serliga ætlaðu havnarútbyggingarnar í Runavík og Tórshavn, umframt undirsjóvartunnilin millum økini, ið hevur fingið Eldra Tjóðveldi at taka til orðanna.


- Nýggjasta átakið sæst nú vera at gera undirsjóvartunnil við yvirdimensioneraðum havnarløgum í hvørjum enda av tunlinum.


- Fleiri halda aðra íløguna vera skilaleysa, men at gera báðar undir liðini hvør á aðrari við undirsjóarsambandið er tann reini ørskapur.


- Tað kann bara vera eitt samfelag, sum hevur so ovurstórt yvirskot í búskapinum, at tað ikki veit , hvat tað skal gera við peningin, ið vassar á so djúpum vatni.


- Vit hava fyrr harmast um mió. kr. stórar íløgur á hvørjum tanga. Nú vit telja tær í mia. krónur er skaðin tað størri.


Tí heita eldru tjóðveldisfólkini, harímillum fyrrverandi tingformaðurin Hergeir Nielsen, á samgonguna at sleppa búskaparliga ovfarakætinum.


- Vit heita tí inniliga á samgonguna um at ýta av av nýggjum, sleppa búskaparliga ovfarakætinum, ið verið hevur og raðfesta fíggjarorkuna soleiðis, at vit strika parallellar íløgur og rakstur av hesum til gagns fyri samlaða samfelagsbúskapin.


Undirskrivað skrivið hava Sigmundur Poulsen, Sandvík, Elisabeth Myllhamar, Skálavík, og Hergeir Nielsen, Vágur.