Eldraøkini mangla starvsfólk

Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu, Norðoya Bú- og Heimatænasta og Roðin heita øll á heilsustarvsfólk og onnur um at hjálpa til, nú tað eru serligar umstøður

 

Koronasmittan ávirkar á ymsan hátt, og eldraøkini í landinum mangla ella fara at mangla starvsfólk at hjálpa til í dagligu røktini í komandi tíð.

Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu, Norðoya Bú- og Heimatænasta og Roðin, sum er samstarvið um eldraøkið á Skálafjørðinum, heita øll á heilsustarvsfólk um at bjóða seg fram.

Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu skrivar, at til ber at hjálpa á eldrabústovnum og í heimarøktini. Ert tú ikki heilsustarvsfólk, frætta vit eisini fegin frá tær, siga tey.

Norðoya Bú- og Heimatænasta skrivar, at orsaka av serligu umstøðunum, nú koronavirus ger um seg, er tørvur á hjálp.

Tey leita bæði eftir fólki innan heilsufakliga økið og fyrrverandi starvsfólki. Tørvur er eisini á hjálp til køksarbeiði og reingerð.

Roðin skrivar, at teimum tørvar sjúkrarøktarfrøðilesandi, læknalesandi, heilsuhjálparanæmingar, heilsurøktaranæmingar, fyrrverandi røktarstarvsfólk umframt fólk til reingerð og køk.

Eldraøkið er eitt av teimum økjunum, sum kann verða kroyst, nú korona av álvara ger um seg í Føroyum. Ein tilbúgving verður tí skipað til røkt á eldraøkinum, sum kann lætta um hjá verandi starvsfólkum, um tørvur verður á tí.

Áhugað kunnu venda sær til tey einstøku eldraøkini.