Eldraøkið skal raðfestast, so vit fáa ein eldravinarligan bý!

Eldraøki er hjarta í vælferðarsamfelagnum. Okkara eldru hava bygt lunnar fyri vælferðasamfelagnum, sum vit nýta ágóðan av í dag. Okkara eldru hava tí rætt til eina heildartænastu, sum fevnir um fyribyrgjandi og heilsufremjandi tilboð, røkt, stimbran og umsorgan, ið tryggjar teimum trivnað, lívsgóðsku, vælveru, og menning av virkisførleikanum. 

 

  • Fyribyrging og heilsufremjandi tilboð skulu víðkast og mennast til pensjónistar og búfólk á røktar- og ellisheimum. Rørsla, endurvenjingn og stimbran, so hin einstaki varðveitir heilsu og virkisføri longri.
  • Tilhaldið fyri pensjónistar skal víðkast til at fevna um kvøldartímarnar, tí hugni og trivnaður er við til at menna og varðveita heilsu og virkisføri. 

 

  • Arbeiðsførleikin heldur enn aldurin avgerandi fyri nær man fer av arbeiðsmarknaðinum!

Fyri nógv er arbeiðið ein lívskvalitetur, sum er avgerandi fyri heilsu og sosiala lívið. Tí skal skundast undir landsmynduleikar um at fáa ásett arbeiðsførleikan sum avgerandi, fyri nær man fer av arbeiðsmarknaðinum.

 

  • Frádráttarfría inntøkan skal hækkast og mótrokningin lækkast hjá pensjónistum!

Tað skal kunna løna seg fyri pensjónistar at arbeiða, og alt ov nógvir pensjónistar eru í fátækraváða. Tí skal skundast undir landsmynduleikar um at hækka frádráttarfríu inntøkuna og lækka mótrokningin hjá pensjónistum!

 

  • Heimatænastan skal styrkjast!

Neyðugt er at styrkja heimatænastuna, so fólk kunnu vera heimabúgvandi, sum longst. Tí skal reingerð, døgurðaverða allar dagar, og venjing vera partur av heimahjálpini. 

 

  • Starvsfólkanormering skal samsvara við røktar- og viðgerðartyngdini!

Eldraøki skal raðfestat, so starvsfólk støðast, trívast og kenna, at tey hava fortreytir til at røkja teirra kjarnuuppgávu.Fleiri av búfólkunum stríðast bæði við kol, hjarta-kar sjúku, gigt, sálarsjúku og demens. Tey hava tí skerdan førleika og krevst nógv starvsfólkaorka til at geva teimum ein virknan gerandisdag.

 

  • Sjálvbodna arbeiðið á eldraøkinum skal styrkjast og samskipast betri til gangs fyri borgara, starvsfólk og hin sjálvbodna!

Sjálvbodna arbeiðið, sum savnar seg um at skapa lívsgleði, trivnað og innihald og felagsskap fyri tann eldra. 

 

  • Grundleggjandi palliatión í heimatænastuni og á røktar- og ellisheimum má og skal tryggjast við hægri normering!

Tey eldru ynskja at búleikast heima, sum longst, og koma tí ikki inn á ellis- og røktarheim fyrr enn tey eru heilt illa fyri – og onkuntíð ikki fyrr enn tey liggja til tað síðsta. Hóast palliatión er ein sergrein, eitt ábyrgdarøki hjá heilsuverkinum og staðfest á landssjúkrahúsinum, verður grundleggjandi palliativ røkt og viðgerð veitt í kommunalageiranum. Hetta skal støðugt eftirmetast, og sum minimum, skal normering samsvarar við uppgávubyrðini og ábyrgdini.

 

  • Atkomuligheit, viðlíkahald og røkt umkring røktar- og ellisheim!

Atkomuligheitin umkring ellis- og røktarheim er ikki nøktandi, tí útilendi og vegirnir krevja ábøtur, og tað vantar uttandura ljós. Lívskvaliteturin avmarkast, tá tey eldru ikki verða stimbraði og virkin umvegis uttandura aktivitetum. Røktar- og ellisheim skulu røkjast, viðlíkahaldast og fríðkast um. Tað skal vera trygt at ferðast uttanfyri. Vit skulu hava húsavørðar til hvørt ellis- og røktarheim, umframt eftirlit av, um røktin og viðlíkahaldsarbeiðið er nøktandi. 

 

Vit ynskja øll tryggleikan í at vita, at tá vit eldast, so tryggjar felagsskapurin okkum tær tænastur, ið vit kanska koma at hava brúk fyri.

 

Jóhan Carl Dam - Valevni á lista E.