Eldraøkið má veita góða tænastu

Málið innan eldrarøktina eigur at vera, at einstaki borgarin fær eina samanhangandi og góða tænastu, sum tekur atlit at tørvi og sjálvsavgerðarrætti hins einstaka.

Soleiðis sigur arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt álit um eldrapolitikkin.

Miðað eigur altíð at vera ímóti, at tænastan verður veitt soleiðis, at borgarin verður førur fyri at klára seg so væl sum gjørligt sjálvur.

Mett verður, at umleið 80% av øllum oman fyri pensjónsaldur eru frísk og klára seg sjálvi við ongari ella avmarkðari hjálp, og heildarmyndin er, at tey eldru eru ein virkin og sjálvstøðugur bólkur.

So hvørt sum livialdurin hækkar, verða tó fleiri borgarar við varandi sjúkum, og nógvir teirra hava brúk fyri hjálp í gerandisdegnum. Tað er neyðugt at veita hesum borgarum eina góða tænastu í ellisárunum.

Arbeiðsbólkurin mælir til, at tænastan á eldraøkinum verður skipað á ein so smidligan hátt sum til ber, og at samband er millum tørv borgarans og tey tilboð, sum borgarunum standa í boði.

Tað er ein viðbrekin støða at taka ímóti hjálp frá øðrum, og tí er avgerandi, at hjálpin verður veitt av skikkaðum starvsfólki, sum kann veita eina tænastu við høgari fakligari góðsku.

»Tað er umráðandi, at skipað verður soleiðis fyri, at eldraøkið verður kent sum eitt starvsøki við dugnaligum og eldhugaðum starvsfólki soleiðis, at starvsøkið verður lokkandi fyri nýggj starvsfólk og harvið støðugt mennist«, skrivar arbeiðsbólkurin.