- Ja, eg eri søgd úr starvi. Tað váttar Petra Johnsdóttir Joensen, nú fyrrverandi stjóri á Almannaverkinum.
Út frá gongdini í málinum tykist greitt, at trupulleikarnar innan eldraøkið eru beinleiðis orsøk til, at stjórin fyri Almannaverkið nú er søgd úr starvi.
- Tørvurin innan eldraøkið er størri enn játtanin til økið. Tí má økið skipast øðrvísi enn í dag. Og tilgongdin í samband við tillagingina av økinum hevur eftir øllum at døma havt ov nógva órógv við sær, sigur Petra Johnsdóttir Joensen.
Nú fyrrverandi stjórin fyri Almannaverkið ynskir ikki at útgreina orsøkina nærri. Beinleiðis spurd, um órógvin innan eldraøkið er orsøkin til uppsøgnina, svarar Petra Johnsdóttir stutt:
- Spyr Anniku Olsen.
Petra Johnsdóttir Joensen heldur ikki, at hon kundi gjørt nakað øðrvísi, og hon metir tí heldur ikki, at uppsøgnin er í lagi.
- Nei, eg føli ikki, at uppsøgnin er í lagi. Eg havi verið glað fyri mítt arbeiði, og tað er tí við sorgblídni, at eg eri farin úr starvinum, sigur Petra Johnsdóttir Joensen.
Fløkjan
Eldraøkið varð hildið uttanfyri, tá umfatandi bygnaðarbroytingar vórðu gjørdar í samanlagda Almannaverkinum. Tað komst av, at eldraøkið eftir ætlan skal leggjast út til kommunurnar at umsita 1. januar. Í dag er eldraøkið býtt millum land og kommunur. Kommunurnar byggja og eiga fysisku karmarnar, meðan landið skal gjalda fyri raksturin. Hartil eru fleiri ellisheim sjálvsognarstovnar.
Fløkti bygnaðurin hevur gjørt tað trupult at stýra økinum, ikki minst útreiðslunum. Og bygnaðurin hevur gjørt støðuna uppaftur truplari, nú eldraøkið skal fremja sparingar sum avleiðing av manglandi lønarframskriving seinasta árið. Almannaverkið hevur staðið fyri tí spariætlanini. Og tann uppgávan elvdi eftir øllum at døma til somikið nógv rumbul og órógv, at stjórin á Almannaverkinum nú er send til hús.