Eldraøkið: Eitt stríð um politiskt vald

Jógvan Arge
varaborgarstjóri í Havn
???

Tað vísir seg at vera torført at halda uppi neyðugum tænastum á eldraøkinum, so leingi landið hevur buktina og báðar endarnar. Tað síggja vit týðuliga, nú løgtingsins játtanir til eldraøkið eru so teprar, at nógv brúktar tænastur verða lagdar niður.
Eldramálini hava verið fremst á skránni bæði í landspolitikki og kommunupolitikki nú til fleiri løgtingsval og kommunustýrisval.
Landsstýrið hevur eisini í fleiri ár sagt, at um skamma stund verður eldraøkið lagt kommununum at umsita. Hendan ætlaða umskipan hevur verið nýtt sum høvuðspróvgrund fyri at leggja kommunur saman í størri eindir.
Hótt varð við, at fingu tær smáu kommunurnar eldraøkið í høvdið, fóru tær av knóranum beinanvegin, tí eldraøkið er fíggjarliga tungt at taka sær av.
Nógvar smærri kommunur hava tí lagt saman ella lagt seg undir størri kommunur, men hóast hetta, røkist onki fyri, at landið vil sleppa eldraøkinum. Einfalt kann tí sigast, at landið hevur hildið kommunurnar fyri tað turra spott.

Landið eigur alla ábyrgdina
Í dag er skipanin framvegis, at í prinsippinum hevur landið alla ábyrgdina av eldraøkinum - bæði íløgum og rakstri. Men landið hevur ikki røkt sínar fullu skyldur.
Í seinasta løgtingsskeiði varð gjørd ein skipan, har kommunur eftir umsókn kundu fáa peningaligt ískoyti frá landinum at útvega karmar á eldraøkinum - t.d. ellis- og røktarheim.
Tað vil siga, at landið tveitti ta fullu íløguskylduna frá sær og lokkaði kommunurnar, sum kenna sviðan av trupulleikanum á eldraøkinum, til at bjóða seg fram at gera ein stóran part av íløgunum við ískoyti frá landinum.
Nógv gott um tað. Tað hevur, ið hvussu so er, havt við sær, at gongd kom á at útvega teimum gomlu og illa hjálpnu karmar at liva í.
Men raksturin liggur framvegis hjá landinum. Hvussu tann parturin verður røktur, gongur sjón fyri søgn - summar tænastur verða skerdar niður í 56 prosent, aðrar verða tiknar av og starvsfólk og brúkarar send til hús. Tað borgar ikki fyri góðsku.

Pengar til kommunurnar
Eldraøkið fer eisini at kosta nógvar pengar tann dagin, kommunurnar hava ábyrgdina av tí einsamallar. Men lítil ivi er um, at kommunurnar hava betur hylling á tørvinum hjá sínum borgarum.
Hví verður málsøkið so ikki latið kommununum at umsita?
Eitt er óivað, at summir løgtingspolitikarar vilja ikki lata málsøki frá sær, sum teir hava ræði á.
Annað er, at løgting og landsstýri skulu taka eina avgerð um fíggjarligt býti, sum kann verða bæði svár og sár at taka.
Kommunurnar hava lagt dent á, at tann dagin, eldraøkið verður latið kommununum, mugu pengar fylgja við frá landinum.
Einfalt verður sagt, at landið má lata nakað av landsskattinum frá sær til kommunurnar at røkja eldraøkið fyri.
Helst er tað her, skógvurin klemmar mest. Og meðan stríðst verður um, hvør skal ráða fyri krónunum, troðka tænastur á eldraøkinum seg alt meira á.
Tað tykist ikki at rína við, og sum nú sær út, kann endin lættliga gerast sum í orðatakinum: "Mens græsset gror, dør horsemor".
Eru tær vøkru valblómurnar longu følnaðar?