Sambandsflokkurin hevur eisini sum mál, at veita tykkum, sum hava hug og kreftir til tess, møguleika at velja, um tit vilja halda á fram at arbeiða eftir at tit hava rokkið pensjónsaldur. Persónligt frælsi merkir fyri Sambandsflokkin eisini frælsi hjá tí einstaka sjálvur at velja, hvussu leingi ein vil vera á arbeiðsmarknaðinum, av teirri orsøk vil hetta framhaldandi vera eitt av hjartamálunum hjá okkum.
Í tí støðu vit eru í nú við manglandi arbeiðsmegi, hevði tað verið upplagt at fólk í pensjónsaldri, sum hava orku til tess, fáa møguleika at arbeiða longur og harvið vera við til at loysa trupulleikan hesum viðvíkjandi. Ynskiligt hevði verið um hettar ikki ávirkaði pensjónina, soleiðis at tit ikki mistu viðbótina við at vera verandi á arbeiðsmarknaðinum. Tað hevði gjørt tað meira hugaligt hjá tykkum framhaldandi at vera í vinnu. Tað er eitt hjartamál at hyggja nærri upp á hesi viðurskifti.
Tað er sera týdningarmikið at eldraøkið verður raðfest høgt, tí tað eru tit sum hava syrgt fyri at samfelagshjólini hava malið, soleiðis at Føroyar í dag eru eitt vælferðarsamfelag, sum vit mugu gera alt fyri at varðveita. Tað gera vit best við at velja ein sterkan Sambandsflokk inn á ting. Tá verður tryggleiki, framburður og vælferðin hjá tí einstaka sett í hásæti.










