Eldraíbúðirnar longu fullsettar

Í góðveðrinum mikumorgunin setti býráðsformaðurin í Klaksvík, Jógvan við Keldu, fyrsta spakan til eldraíbúðirnar í jørðina. Áhugin er stórur, og fleiri umsóknir eru komnar inn enn talið av íbúðum

Talan er um 24 íbúðir, harav nakrar eru 50 fermetrar og nakrar eru 70 fermetrar. Eisini verður eitt sambýli bygt við plássi til 16 fólk.

- Fólk hava víst sera stóran áhuga, og vit hava longu fingið fleiri umsóknir enn er pláss fyri, sigur Jógvan við Keldu.

Tey fyrstu kunnu flyta inn um tvey ár í oktober 2002. Tá verður sambýli eftir ætlan liðugt. Tær fyrstu íbúðirnar verða klárar í januar 2003, og til ber at flyta inn í tær seinastu íbúðirnar í apríl sama ár.


Leiguíbúðir

Býráðið hevur lagt stóran dent á, at íbúðirnar skulu verða til leigu og ikki eigaraíbúðir.

- Tá íbúðirnar eru til leigu, er tað nógv einfaldari, um onkur skal flyta inn og annar út, enn um talan var um eigaraíbúðir. Endamálið er, at íbúðirnar altíð skulu verða í nýtslu, sigur Jógvan við Keldu.

Íbúðirnar verða bygdar undir Kráarbrekku, sum er ovalaga á Stongunum. Tað er felagið RST Contractors við Svend Lamhauge í Lamba, sum skal standa fyri arbeiðnum at planera og gera klárt til sjálva byggingina.

Arbeiðið at byggja íbúðirnar og sambýlið verður boðið út í næstum, og tí verður ikki upplýst nakað nágreiniligt um prísin. Kostnaðurin verður tó einastaðni millum tær 20 og 30 milliónirnar.

Klaksvíkar kommuna, Vistarheimsnevndin og Íbúðargrunnurin seta í felag 15% í verkætlanina. Restin verður fíggjað sum lán av íbúðargrunninum. Talan er um eitt 30 til 40 ára lán.


Royndarætlan

Jógvan við Keldu sigur, at hetta er ein royndarætlan og tann fyrsta av sínum slag í Føroyum. Um hetta eydnast væl verður økið, sum liggur beint við síðuna av, eisini nýtt til slíkar íbúðir.

Økið er longu lagt av til byggingina, men enn er eingin ítøkilig ætlan løgd av býráðnum. Har verða eini 26 íbúðir tøkar afturat, um ætlanin verður sett í verk.