Dagfinn Olsen
Fyri eini 8 - 10 árum síðani vóru ætlanir frammi um at byggja eldraíbúðir í Havn. Men tá kreppan kom, datt hetta niðurfyri.
Nú hevur Tórshavnar Býráð atfur ætlanir um slíkar íbúðir, saman við Húsalánsgrunninum.
Nú verður umhugsað at fáa lív í ætlanirnar aftur.
- Málið er til viðgerðar í Byggi- og býarskipanarnevndini, men hetta er í samband við, at Húsalánsgrunnurin sóknast eftir økjum í kommununi til at alternativa bygging ella íbúðarbygging, sigur Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn.
Í fyrsta lagi verður hugsað um eldraíbúðir.
- Grunnurin kemur at byggja íbúðirnar og Býráðið kemur væntandi at læta øki til íbúðirnar, men enn er hetta ikki avgreitt, men væntandi loysa vit henda spurningin tíðliga í ár, sigur Leivur Hansen.
Ganga ikki í arv
Leivur Hansen sigur, at áhugin millum eldri fólk fyri íbúðunum hevur víst seg at verið stórur. Tey sleppa úr tungum húsum og í íbúð, har tey sleppa undan viðlíkahaldi og øðrum.
- Meiningin er, at tey skulu keypa íbúðirnar, men tær skulu nokk ikki ganga í arv. Tá tey fara, so fáa tey, ið arva, útgoldið tað, tey hava goldið inn, minus ávísa upphædd fyri viðlíkahald og tílíkt. So sleppur næsti í røðini framat, sigur Leivur Hansen.
Leivur Hansen sigur, at ætlanin er, at henda loysn skal verða so mikið bílig, at hon verður eitt alternativ hjá teimum eldru, ístaðin fyri at sita í stórum og dýrum húsum.
- Tað skal ikki vera so, at bert tey vælbjargaðu hava møguleika at flyta innar, men øll skulu hava møguleikan, sigur Leivur Hansen, og nevnir ætlanina niðri á Skálatrøð, har ætlanir hava verið frammi um at byggja 32 íbúðir.
Enn er tó einki avgjørt um hvar og hvussu byggjast skal, men frammi hevur verið, at eitt nú Húsalánsgrunnurin hevur havt ætlanir um alternativa íbúðarbygging, ið ikki bert umfatar eldraíbúðir, men har ungfólk, ið ikki hava hug at seta seg fyri eini hús, hava møguleika at seta fót undir egið borð.