Rúsdrekkasølan bjóðar nú viðskiftafólki hópin av øli av velja ímillum. Heili 27 nýggj sløg av øli koma á hyllarnar Nú verður hópin hugaligari at vera øl-elskari í Føroyum. Eftir at lógin er broytt soleiðis, at loyvt er at selja drykkir í dósum, hevur Rúsdrekkasølan av álvara brynjað seg til at veita ølglaðum føroyingum eina nýggja tænastu, nevniliga øl úr meginpartinum av heiminum.
Av kendum ølsløgum kunnu nevnast Grolsch Premium Lager úr Hollandi, Stella Artois og Hoegaarden úr Belgia, Miller Genuine Draft úr USA og Newcastle Brown Ale úr Onglandi.
Men eisini kent myrkt øl sum Guinnes Draught og Kilkenny Irish Red Ale úr Írlandi eru at finna á hyllunum.
Annars fæst nú øl úr londum sum Svøríki, Mexico, Asia Kekkia, Týskalandi og Íslandi í Rúsdrekkasølu Landsins. Talan er um øl í bæði dósum og fløskum úr 33 cl upp í 66 cl.
So sigast kann, at Rúsan nú er vorðin eitt Eldorado fyri øl-elskarar.