Fólk, sum búgva í Nuuk og sóu eitt kraftmikið, bláligt ljósglimt hóskvøldið umleið klokkan 19, sóu helst ljósið frá einari eldkúlu, sum fór eftir himmalinum.
GEUS (De Nationale Geologiske Undersøgelser for Danmark og Grønland) upplýsa, at tey hava staðfest eitt stutt ”signal” á seismisku mátistøðunum í Nuuk, og orsøkin kann vera ristingar, sum stavar frá, at eldkúlan er farin ígjøgnum lofthavið.
- Eldkúlan kann hava ymiskan uppruna, sigur Henning Haack, sum er jarðalisfrøðingur og verkætlanarleiðari hjá Astra.dk.
Hann vísir á, at tað eru petti, sum stava frá okkara egnu sólskipan, sum eru komin inn í lofthavið hjá jørðini.
- Í hesum døgum fara tveir loftsteinar fram við jørðini, og tað kann vera ein loftsteinur, sum stavar frá øðrum av hesum. Talan kann eisini vera um eitt petti av ísi, sum liggur í stjørnubananum, sum jørðin fer ígjøgnum í hesum døgum.
Henning Haack sigur, at loftsteinar ella ísur fara ígjøgnum lofthavið við millum 20 og 25 kilometrum um sekundið, og høga ferðin fær lutin at gløða, og tað er hetta, sum kann vera orsøkin til kraftmikla ljósið.
Á hesi leinkju sæst týðiliga ljósglæman, sum lýsti Nuuk upp í gjárkvøldið - https://sermitsiaq.ag/se-videoildkugle-oplyste-nuuk









