- Betur tey eru fyrireikað, betur kunnu tey brúka upplivingina í undirvísingini, og meiri fáa tey burturúr, sigur Rannvá Káradóttir, samskipari í Listaleypinum.
Á tíggjunda ári hava næmingar í fólkaskúlanum høvi at fáa dygdargóðar, listaligar upplivingar í skúlanum gjøgnum Listaleypin. Listaleypurin er ein verkætlan, sum Norðurlandahúsið, Mentamálaráðið og Kommunufelagið eru saman um. Listaleypurin er mentur øll árini, síðan hann varð settur á stovn í 2008, og hann heldur á at mennast, skrivar Skúlablaðið.
Summir skúlar leggja nógv fyri og fyrireika seg væl til at fáa vitjan av Listaleypinum, meðan aðrir fyrireika seg minni og onkur lítið. Betur fyrireikaðir næmingarnir eru, meiri áhugaðir eru teir, sigur Rannvá Káradóttir, samskipari á Listaleypinum.
- Vanliga eru næmingarnir ógvuliga áhugaðir, tá ið vit eru á vitjan. Tað er sjón fyri søgn, at er lærarin eldhugaður, eru næmingarnir tað eisini; tú sært alt fyri eitt á næmingunum, hvussu spentir teir eru. Sjálvsagt er hugaligari og stuttligari at vitja ein skúla, har tey hava fyrireikað seg væl, tí tá taka bæði næmingar og lærari betur ímóti teirri listaligu upplivingini, sum vit koma við, sigur hon við Skúlablaðið.
- Betur tey eru fyrireikað, betur kunnu tey brúka upplivingina í undirvísingini, og meiri fáa tey burturúr. Tað vil so vera, at ikki allir lærarar kenna til listina, vit koma við, og tí kann tað vera ein avbjóðing at fyrireika seg; men tey flestu listafólkini hava tilfar, soleiðis at lærararnir kunnu fyrireika seg og næmingar sínar. At vera fyrireikað at fáa vitjan skal ikki undirmetast; tað krevur, at lærarin hevur sett seg inn í, hvat verkætlanin snýr seg um, og at hann er til staðar, meðan vitjanin fer fram, sigur Rannvá Káradóttir.
Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2018 og um Listaleypin á www.listaleypurin.fo/varid-2019










