Íslendska almannaverjan ber ótta fyri at eldgosið í Eyjafjallajøkli skal vaksa í styrki. Kreppufundur verður seinni í dag.
- Vit hittast til fund nú, og skulu so taka avgerð, um vit skulu vaksa ella minka tilbúgvingina, hevur talskvinnan hjá Almannaverjuni, Iris Marelsdóttir sagt við útlendskar miðlar.
Fyrr í dag varð mett, at eldgosið ikki var so stórt, men nú óttast fólk fyri at tað kann fara at vaksa út á kvøldið.
Gosopið liggur í eini gjógv, men um so verður, at eitt nýtt eldgos stingur seg upp undir einum av jøklunum kann hetta føra til vatnflóð. Um so er, kunnu bæði vegir og hús skola burtur.